Tónleikar 2011

Frostrósur Føroyar

Skráð þann 1. nóvember 2011 kl. 09:43
 
Íslendskir og føroyskir sangarar framføra eina røð av jólaperlum - ein konsert í heimsflokki.

Frostrósur – best umtókta konserttiltak í Íslandi – verður framført í Norðurlandahúsinum
26. november 2011, kl. 16:00 og kl. 20:00
27. november 2011, kl. 16:00 og kl. 20:00

Útselt er til allar konserturnar.
Tíggjundi hvør íslendingur hevur seinastu mongu árini havt konsertina hjá Frostrósum sum ein sjálvsagdan lut í jólahugnanum. Í ár hava Frostrósur 10 ár á baki, og hetta verður hátíðarhildið við fleiri stórum konsertum kring Ísland umframt í nýggja mentanarhúsinum Harpa í Reykjavík. Har hevur sølan gingið so mikið væl, at eykakonsertir longu eru settar á skránna.

Á fyrsta sinni hevur Frostrósur nú jólakonsert uttan fyri Ísland, og verður hetta í Norðurlandahúsinum. Leingi hava tey droymt um at vitja í Føroyum, og tí gleðast tey almikið um, at hetta nú verður veruleiki. Talan verður um stórsligna konsert í heimsflokki við sonnum jólaperlum bæði altjóða og heimligum og fleiri bornar fram á føroyskum.

Pallurin verður fyltur av sangstjørnum. Okkara egnu Eivør Pállsdóttir og Jógvan Hansen fáa fylgi av íslendsku Fríðrik Ómar, Hera Bjørk, Jóhann Friðgeir Valdimarsson og Margrét Eir og orkestrinum hjá Frostrósum. Harumframt luttekur eisini barnakórið hjá Tórshavnar Musikkskúla.
 
Facebook: Frostrósur Føroyar

Frostrósur
...bera tær jólini

Til baka